Fastur fúsur

Heini Lützen hevur verið fastur fúsur á Fjarða Festivalinum, hann hevur enntá spælt á festivalinum hvørja ferð hann hevur verið, og boðar tað frá, at fólkið dámar at hoyra hann. Við sær á Fjarða Festivalin hevur Heini Lützen, Jónsvein Heinesen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass), Arni Zachariassen (gittar) og Malan Lützen syngur kór.

Heine Lützen hevur verið við á Fjarða Festivalinum, á hvørjum sinni síðani festivalurin byrjaði í 2003. Hann er vorðin 43 ára gamal, og hevur verið kendur í andaliga tónleikaumhvørvinum í meira enn 20 ár. Fyrstu ferð hann spældi gittara, var hann tíggju ára gamal og hevur spælt alment í 23 ár nú. Fyrsta ferðin føroyingar byrjaðu at kenna røddina hjá Heina Lützen, var av útgávu, sum bólkurin Samsint kom við. Men í dag er hann nokk mest kendur fyri at syngja sálmar. Hetta hevur hann til dømis gjørt við sálmarnar, nærri mín Gud til tín og Føgur er foldin.


Tónleikurin

- Tónleikurin eg spæli, strekkir seg heilt frá stillum kontri, til tungan rokk. Tónleikurin fyllir rættiliga nógv í mínum lívið, og eg spæli fleiri ferðir um vikuna, sigur Heini Lützen.

Heini Lützen er mest kendur fyri at spæla tónleik hjá øðrum, men hann skrivar eisini bæði tekstir og løg sjálvur. Tó mest tekstir til løg hjá øðrum.

- Sum oftast snúgva tekstir seg um mín trúgv, mín longsul og sum eg síggi tingini áttu at verið.

Hann hevur gjøgnum lívið verið við á eini ørgrynnu av útgávum, sum eru sera fjølbroyttar.

- Tónleikurin hevur eina ótrúliga styrki í at hann, bæði saman við teksti, og uttan, kann tala til kenslurnar, til hjartað á menniskjum, greiðir Heini Lützen frá um styrkini í tónleikinum hann spælir.


Popputtur rokkur


Við sær á Fjarða Festivalin hevur Heini Lützen, Jónsvein Heinesen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass), Arni Zachariassen (gittar) og Malan Lützen syngur kór.

Á festivalinum, fara Heine og bólkurin mest at spæla popputtan rokk, samstundis sum teir helst eisini fara at spæla onkran av sálmunum Heine er vorðin so kendur fyri.

Heini Lützen hevur sum solistur, fyrr givið tvær fløgur út og tann triðja er á veg. Av solofløgunum kenna fólk nokk serliga nakrar av sálmunum og sangin, vit vóru orsøk.