Fastur bingjubilur


 

Í hálkuni hósdagin gleið ein bingjubilur í rennuna á Gøtueiði. Hann slapp ikki upp aftur við egnari hjálp aleina. Men tvær gravimaskinur hjá Landsverkfrøðinginum kláraðu tað uttan nakran trupulleika. Onnur sleipaði við ketu frammantil á bingjubilinum, meðan hin lyfti upp undir hann aftantil. Nakrir bilar noyddust at bíða ein løtu hvørju megin við, men skaði stóðst eingin av óhappinum.