Fastir mans skera á háls

Í Havn er skipanin soleiðis gjørd, at tað eru fastir mans, sum skera á háls á sandinum. Tað sleppur tí ikki hvør Hanus og Janus framat, men bert vandir menn.

Tá grind verður hildin til í Havn, kemur valla fyri, at hvalir verða skornir skeivt á háls. Tað eru nevniliga bert nakrir úrvaldir mans, sum sleppa at skera á háls.
- Hetta er ein skipan, ið hevur nøkur ár á baki nú. Vit sóu, at tað uppstóð meiri ella minni kaos á sandinum, tá fólk bara velti oman í Sandágerð, og tí var hendan skipanin, har bert vandir menn sleppa oman at skera á háls, sett í verk, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tað er Brandstøðin, ið umsitur skipanina og tá grindaboð eru og støða er tikin til, at hon verður rikin á Havnina, fer ein sms-skipan í gongd, har menn verða tilkallaðir.
Tað er so upp til formannin á sandinum at gera av, nær grindin verður hildin til.
- Formaðurin á sandinum hevur samskifti við formenninar á bátunum og gevur boð um, nær klárt er at halda grindini til. Eru ov fáir mans á sandinum, verða boð givin til bátarnar um at steðga við at halda grindini til, inntil nóg nógvir mans eru klárir at skera á háls, sigur Heðin Mortensen.
Eisini verður sandurin sperraður av, og eingi onnur fólk, enn hesir útvaldu menninir sleppa av vera niðri við sjóvarmálan, meðan drápið fer fram.
- Fólk standa so uppi á bakkanum og hyggja at, og ikki fyrr enn drápið er liðugt, sleppa tey oman á sandin, sigur Heðin Mortensen.

Fast fólk
So skjótt sum drápið er liðugt, verður farið undir at sleipa hvalirnar heim á Vónakeiina, har teir so fyrst verða opnaðir. Tá so alt er komi til hóldar, verður farið undir at merkja.
- Tað eru eisini her fastir mans, ið nummerera og merkja hvalirnar. Tá tað arbeiðið er liðugt, verða tølini borin heim á býráðsskrivstovuna, og har síggja vit so talið av hvalum og hvussu nógv skinn hvør hvalur er, eins og teir hyggja eftir, um tað er hann- ella honfiskur, sigur Heðin Mortensen.
Síðani verða skinnini tald saman og talið á drápspartum dividerað upp í skinnatalið og soleiðis verður so býtt millum grindafólkið.
Hesaferð vóru drápspartarnir oman fyri 1870. Bara á sandinum vóru omanfyri 900 uppskrivað, og so koma so bátarnir og fólkið í bátunum aftrat, sigur Heðin Mortensen.
Tórshavnar kommuna hevur eina púra greiða reglugerð hvussu farast skal fram, tá grind leggur beinini í Havn.
- Vit halda fólkið uppdaterað alla tíðina, og kemur nøkur broyting í, verður kallað inn til fundar við grindaformenn, drápsmenn á sandinum, brandmenn og øll tey, ið vara av grindadrápi. Tey verða so kunnað um broytingarnar, sigur Heðin Mortensen.
So vítt vit hava skilt, er tað bert í Havn, at hendan skipanin verður nýtt, og sambært borgarstjóranum virkar skipanin avbera væl.
- Tað er ein sonn frægd at verða við til eitt grindadráp í Havn, tí tað gongur so fyrimyndarliga fyri seg, sigur Heðin Mortensen.