Fastir í kava

Áhaldandi kavarok hevur stongt fleiri av teimum týdningarmestu vegunum á markinum millum Argentina og Kili.

Nógvir lastbilar koyra um skørðini og ígjøgnum tunlarnar í Andesfjøllunum, men nú vetur er á sunnaru jarðarhálvu, er ferðslan ofta nógv tarnað av kava. Teir seinastu dagarnar hevur tað kavað sjáldsama illa, og sambært argentinsku myndugleikunum eru umleið 1.300 lastbilar innistongdir í einum tunli undir Christo Redentor-skarðinum.

Teir innistongdu bilførararnir hava lítið at gleða seg til, tí veðurmenninir siga frá meiri kava teir næstu dagarnar. Umfrazmt tann nógva kavan er tað eisini ógvuliga kalt og nógvur vindur á marknaleiðunum millum rey bæði londini, skrivar argentinska blaðið El Clarín.