Kappróður
Eftir at tað á norðoyarstevnu og á jóansøku hevði gingið sum eftir ánni við kappróðrinum, gekk tað syndarliga illa at fáa kappróðurin á varmakeldustevnu frá hondini.
Eitt korter til fýra hoyrdist startskotið fyri 5?mannaførunum við dreingjum, og klokkan var næstan sjey, tá 10?mannaførini komu skúmandi inn móti málinum.
At tað skuldi ganga so syndarliga illa er stórt spell fyri allar partar. Umframt kappróðurin var hjá teimum ítrótarhugaðu mest áhugaverda á stevnuskránni leygardagin fótbóltsdysturin í 2. deild millum ÍF og HB. Hann var settur at byrja klokkan seks. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var hálvleikur í fótbóltinum, tá 10?mannaførini komu á mál, og tað sigur seg sjálvt, at áskoðaratalið var sera nógv minkað. At standa í fýra tímar í føroyska summarveðrinum og bíða kennist leingi.
Starturin sveik
Orsøkin til, at tað gekk so syndarliga illa at fáa teir seks róðrarnar frá hondini, var fasti starturin. Lotið var ímóti, og hjá startdómaranum gekk tað illa at fáa bátarnar at liggja stavn um stavn.
Tað er Róðrarsambandið, sum eigur fasta startin, men tað eru lokalu fyrireikararnir, sum hava ábyrgdina av at leggja startin út. Sjálvum róðrinum taka startdómarin og høvuðsdómarin sær av. Teir koma báðir frá Róðrarsambandinum.
? Lokalu fyrireikararnir høvdu roynt fasta startin fyrrapartin leygardagin. Tað gekk av tí besta bæði á túsund metra málinum, og tá teir fluttu hann út á fimtan hundrað metra málið og út á tvey túsund metrar. Men seinnapartin bar ikki til, staðfestir Hanns Joensen.
Formaðurin í RSF sigur, at sum hann hevur skilt tað, so var stóri trupulleikin, at tað var torført at fáa bátarnar, sum lógu við endunum á trossunum, at liggja.
Fasti starturin varð brúktur til teir tríggjar róðrarnar á eitt túsund metrum. Tá starturin varð fluttur út á fimtan hundrað metrar rondu teir í meiri enn hálvan annan tíma at fáa hann at rigga, men so sleptu teir honum, og róðrarnir á fimtan hundrað metrum og tvey túsund metrum vóru avgreiddir við leysum starti.
Í orðaskitinum aftan á róðurin hevur verið frammi, at tað hevði verið nógv lagaligari, um tað vóru tveir fastir startir. Um annar hevði ligið á fimtan hundrað metra málinum, so hevði tíðin verið góð at flutt startin frá eitt túsund metra málinum og ut á tvey túsund metra málið.
Sambært formannin í RSF, so er tað einki, sum forðar fyri, at hetta verður gjørt:
? Vit eiga tveir fastar startir. Undan norðoyarstevnuni senda vit teir til Klaksvíkar, og so er tað ábyrgdin hjá lokalu fyrireikarunum at senda tilfarið víðari til teir næstu, sum skulu hava ábyrgdina. Hugsanin er, at tað skal bera til at leggja báðar út, tí tað eigur at vera skjótari bara at spenna startin upp í staðin fyri at flyta allan startin. Fyrrapartin leygardagin mettu lokalu fyrireikararnir í Fuglafirði, at tað fór at vera nóg mikið við øðrum startinum. Nú aftaná kunnu vit staðfesta, at tað ivaleyst hevði verið betri, um báðir høvdu verið nýttir, er viðmerkingin hjá formanninum í RSF, sum ivaleyst fer at tosa við lokalu fyrireikararnar í Hvalvík, áðrenn teir taka avgerð um, hvussu tað skal verða við fasta startinum komandi leygardag.