Jógvan Vágsheyg er fyrrverandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann sat sum formaður frá 1982 til miðskeiðis í 90 árunum, og hevur tí drúgvar royndir í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Í tíðarskeiðnum, har hann sat sum formaður, vóru fleiri drúgv verkføll, og hann dylir ikki fyri, at ein fastur gerðarrættur ongantíð ov skjótt má setast á stovn í Føroyum.
? Hyggur tú at øllum londum rundan um okkum, so hava tey ein arbeiðsrætt( fasti gerðarrættur á føroyskum, blðm) til at loysa trætur, og eftir mínum tykki hoyrir ein slíkur rættur til í einum hvørjum modernaðum samfelagi, sigur Jógvan Vágsheyg.
Fyrrverandi formaðurin greiðir frá, at tað altíð hevur verið nógv frammi um at fáa ein fastan gerðarrætt í Føroyum. Kjakið plagar vanliga at vera í hæddini eftir, at landið hevur verið rakt av drúgvum verkfalli, men síðan dovnar kjakið.
Jógvan Vágsheyg fortelur, at í 80 árunum var álit lagt fram um, at seta í verk ein arbeiðsrætt, men fakfeløgini skúgvaðu álitið til viks.
Skerjir ikki verkfalsrættin
Hann er als ikki samdur í Ingeborg Vinther, sum fyri viku síðan førdi fram, at demokratisk rættindi verða tikin frá arbeiðarafeløgunum, um ein fastur gerðarrættur verður settur á stovn í Føroyum.
? Fasti gerðarrætturin skerjir ikki nakran verkfalsrætt, tí rætturin tekur bert støður til trætur, sum eru millum partarnar, so leingi sáttmáli er. Um sáttmálaskeiði er gingið út, kann fasti gerðarrætturin einki gera, og tá kunnu fakfeløgini leggja arbeiðið niður, um tey ynskja tað, greiðir Jógvan Vágsheyg frá.
Hóast fastur gerðarrættur verður settur á stovn, so varðveita fakfeløgini verkfalsrættin, tá sáttmáláskeiðið er lokið. Skal verkfalsrætturin tá skerjast, krevst ein høvuðsavtala millum partarnar
Á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag eru fáar høvuðsavtalur. Føroya Lærarafelag er eitt felag, sum hevur eina høvuðsavtalu. Í høvuðsavtaluni liggur, at felagið hevur ikki loyvi til at fara í verkfall, sjálvt um sáttmálaskeiðið er lokið.
Fyrrverandi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at tað eisini er ein røtt leið at royna at fáa allar partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum at skriva undir eina høvuðsavtalu. Hann heldur tað kundi verið til at fingið enn betri skipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Lóggeving er loysnin
Jógvan Vágsheyg er saman við bæði Jan Mortensen og Bjarna Djurholm samdur í, at neyðugt er at lóggeva fyri fasta gerðarrættinum. Hann heldur, at um vit skulu hava skipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so er neyðugt við einum rætti, ið kann taka skjótar og greiðar avgerðir.
? Í øllum okkara grannalondum hava tey ein fastan gerðarrætt, og tí skulu vit sjálvsagt eisini hava ein. Tað er einki uppbyggjandi við at hava verkføll, sum altíð kosta nógv, og tí meti eg avgjørt, at tað er neyðugt, at fasti gerðarrætturin verður niðurfestur við lóg, sigur ein avgjørdur Jógvan Vágsheyg.
Hann nevnir í sama viðfangi Danmark sum dømi. Tá hann sat sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, vóru tað donsku fakfeløgini, ið høvdu størst gagn av fasta gerðarrættinum, og hóast ikki er greiður yvir, hvussu støðan er í dag, so átti tað at verið eitt tekin til føroysku fakfeløgini um, at fasti gerðarrættin kann væl verða ein ágoði.
Mynd:
Jógvan Vágsheyg, fyrrverandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki samdur í Ingeborg Vinther í, at verkfalsrætturin verður skerdur við einum føstum gerðarrætti. Vit eiga at fylgja okkara grannalondum, og seta ein fastan gerðarrætt á stovn, heldur Jógvan Vágsheyg