EM-fótbóltur
Tá Danmark í 1992 gjørdust europameistarar, munnu flestu minnast, hvussu føroysku frásøgumenninir ferðaðust til Svøríkis til hálvfinaluna, har teir so vóru verðandi, fram til danski sigurin á Týsklandi varð tryggjaður.
Soleiðis verður tað neyvan hesaferð, men Útvarpið fer kortini at fylgja væl við, um enn talan ikki verður um beinleiðis varpan frá dystunum.
Hvørt gerandiskvøld kl. 22.05 ? tað er beint eftir at seinni dysturin tann dagin er liðugur - fer ÚF at hava eina serstaka EM-sending. Tosað verður um ymsu liðini, um dystirnar og um einstakar leikarar. Ja, snøgt sagt um alt tað, sum fyriferst kring eina EM-kapping.
Tað verður Heðin Arge, sum fer at verða útvarpsvertur í sendingunum, og at hjálpa sær fer hann at hava fleiri fólk, sum eru køn í altjóða fótbólti. Eisini fara gestir úr føroyska fótbóltsheiminum gestir í útvarpsstovuni.
Stundum fara lurtarnarnir eisini at fáa høvi til at gera sínar viðmerkingar til teir mongu dystirnar, sum eru í kappingini. Sendingin verður haraftrat kryddað við góðum tónleiki og góðum søgum frá EM-kappingina í Portugal, sum alt Europa fer at fylgja við í hesar komandi tríggjar vikurnar.
Fyrsta sendingin verður nú leygarkvøldið. Sunnudagin verður hildið frí, men mánadagin verður so lagt til brots aftur.