Byrjað verður kl. 15.30 við vælkomudrykki og heimabakaðari køku á Gjáargarði. Klokkan 16 er undirvísing í linedansi í bygdarhúsinum, og klokkan 17 er tunnusláttur, menn og kvinnur hvør sær (Vinningar og steyp til kattakongar).
Um kvøldið, klokkan 19.30 er stórt kalt borð og felagssangur við Fimmboða Lisberg. Dansur verður í bygdarhúsinum klokkan 23 við Kim Hansen, Fimmboða Lisberg og James Olsen.
Kostnaðurin fyri alt tiltakið er 395 krónur, alt íroknað uttan drykkjuvørur. Hjá teimum, sum bert koma til dansin um kvøldið, er kostnaðurin 150 krónur. Eisini verður møguleiki fyri at gista á Gjáargarði. Kostnaðurin fyri dupultkamar er kr. 695 og fyri einkultkamar kr. 495.
Tilmelding fer fram á tel. 21 15 90 ella við at senda teldupost til: info@gjaargardur.fo.