Fasta telefon fyri fastan prís

Kappingin á telemarknaðinum harðnar alsamt og nú spælir Føroya Tele aftur ein trumf út, har gamla fastnet-telefonin aftur kemur til heiður og æru. Og tað er, at nú ber tað til at hava fastnet-telefon fyri fastan prís, har tað ber til at sleppa undan minuttgjaldi, tá ið tosað verður, og í summum førum ber eisini til at sleppa undan uppringingargjaldi.

Ymisk tilboð eru at velja ímillum, alt eftir, hvør tørvurin er.

- Vit vita, at nøkur viðskiftafólk vilja hava einfaldar tænastur, sum geva eitt greitt yvirlit yvir føstu mánaðarligu útreiðslurnar. Við hesi nýggju tænastuni, sum eru lagað eftir, hvussu nógv fólk nýta heimatelefonina, vilja vit ganga hesum ynskjum á møti, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri í Føroya Tele.

Annars heldur gamla fastnethaldið, vit øll kenna og har vit rinda fyri tað, vit brúka, óbroytt sum higartil.

- Í dag hava næstan øll fartelefon, og tí hevur leingi verið tosað um, at tann góða, gamla heimatelefonin fór at verða trokað burtur.

Men Føroya Tele heldur, at heimatelefonin hevur nakrar dygdir, sum ger, at hon er trygdin í heiminum.

- Hon hevur sítt fasta pláss, hon er ongantíð avlødd, og hon riggar eisini tá ið streymslit er.

So hóast heimatelefonin hevur góð hundrað ár á baki, er hon framvegis fastur fúsur í næstan hvørjum húsarhaldi og við hesum tilboðnum laga vit hana til nýggjar tíðir, sigur Føroya Tele.