Fasta sambandið um Vestmannasund eigur at byrja nú

Nú eru tíggju ár liðin síðan seinasta og einasta skotið ljóðaði, í samband við gerð av fasta Sambandinum um Vestmannasund.

Maskinurnar standa klárar.

Fíggjarstovnar eru fúsir at gera hetta fyri alt Føroya land so góða projekt.

Frá Kollafirði verða umleið 15-20 minuttir til flogvøllin.

Ung kunnu búgva í Vágum og ganga í skúla á meginøkinum. Fólk báðumegin sundið kunnu arbeiða og virka uttan at sundið avmarkar hesum, eins og ídag.

Fyri okkum, ið búgva á hesi stóru og góðu oyggj tykist alt at taka sera langa tíð - alt ov langa tíð - tá bøtast skal um viðurskiftini her á oynni, eins og øðrum útjaðaraøkjum.

Arbeiðsloysi er enn her á landi. Fólk, ið hava expertice kunnu fara til verka.

Hetta mál hevur nú tikið so langa tíð, at vágafólk eins og hvør einstakur flogferðandi nú av sonnum er gísli í hesum vanlukkuliga spæli, har ov lítið hendir - orsaka av at myndugleikar okkara ikki taka tað heilt einføldu avgerð: at byrja arbeiðið nú!

Føroya Løgting samtykti í 1988 at undirsjóvartunnil skuldi gerast.

Nú er sanniliga tíð uppá at arbeiði verður byrjað og gjørt liðugt í ein fart.

Vit hava bíðað ov leingi eftir hesum framstigi.

Vit nokta at bíða longur.

Avgerðin má takast av Landsstýrinum, at gera hetta arbeiði nú.

Nóg leingi hava okkara ungu og vaksnu verið noydd at flyta av oynni, vegna manglandi virkisfýsni myndugleika okkara, at gera hetta framstig.

Eg vil heita á Landsstýrismannin í Samferðslumálum um at gera alt tað, sum gerast kann fyri at fáa hendan samferðslutrupulleika loystan skjótast gjørligt.

Um arbeitt varð við málinum nú, kundi arbeiðið farið ígongd fyrst í komandi ári. Um trý hold arbeiddu, varð fasta sambandið um Vestmannasund liðugt eftir stuttari tíð - til gagn fyri øll.

Vit krevja, at hetta arbeiði fer í gongd nú!


Vinarliga

Marjus Dam, løgtingslimur Sambandsfloksins