Bjarni Djurholm
landsstýrismaður
? Enn er eingin politisk avgerð tikin um, nær farast skal undir fasta sambandið um Leirvíksfjørð.
Um fasta samband um Leirvíksfjørð er í samgonguskjalinum felt á blað, at ?....kanningar í samband við farleiðina um Leirvíksfjørð halda fram?.
Undan jólum í fjør fekk undirritaði handað notat frá P/F Vágatunnil um fast samband um Leirvíksfjørð. Notatið varð borið Landsverkfrøðinginum til eftirmetingar, og stutt aftaná ársskiftið svaraði LV við einum samandrátti, har m.a. varð skotið upp at gera teknisku forkanningarnar í 2001.
Í fíggjarlógini er ásett, at gera somu forkanningar í ár og næsta ár.
Notatið frá P/F Vágatunnilin og eftirmetingin frá LV varð borið landsstýrismonnunum um mánaðarskiftið janur/februar 2001. Mælt varð til, at forkanningarnar verða gjørdar í ár og seta neyðugu upphæddina á eykajáttanaruppskotið fyri mars.
Undirritaði var, saman við hinum landsstýrismanni fólkafloksins, burturstaddur, tá politiska viðgerðin var av tilmælinum. Niðurstøðan er tó greið. Tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin tóku undir við at játta kanningarpeningin í ár.
Higartil hevur eingin politisk viðgerð verið av fremjanini av fasta sambandinum um Leirvíksfjørð. Tí er heldur eingin avgerð tikin nær farast skal undir hesa verkætlan. Forkanningararbeiðið, sum ætlandi verður í ár, er tí at rokna sum fremjan av setninginum í samgonguskjalinum.
Íløgur landsstýrisins skulu vera niðanfyri 180 mio. kr árliga. Tí er neyðugt at endurskoða langtíðaríløguætlanina og forhála summar íløgur, verða aðrar framskundaðar. Hetta er ikki minst neyðugt, nú viðtikið er at byggja Suðuroyarskip fyri uml. 300 mio. kr umframt, at neyðugt verður at betra um atløguviðurskiftini á Tvøroyri og framskunda hesa íløgu, sum kostar millum 50 og 75 mio. kr.
Nú frættist, at støðið er lagt fyri lønarhækkanina í komandi lønarskeiði. Henda hækkan fer sum frálíður at kosta landskassanum útvið 200 mio. kr. árliga, svarandi til íløgukostnaðin av einum undirsjóvartunnli undir Vestmannasundi um árið. Apropos partapolitiska útgjaring, hvussu verður lønarhækkanin flokkað?