Tað eru ikki bara danir og sviar, sum halda seg fáa gagn av brúgvasambandinum um Oyrasund. Longu tá sambandið bleiv fyrireikað, varð tosað um, at tað mundi fara at fáa fremmandar fyritøkur at seta seg niður við sundið, og hendan metingin hevur hildið.
Ein kanning, sum tann óhefti Oyrasundsstovnurin í Malmø hevur gjørt, vísir, at í dag hava 26 av teimum størstu fyritøkunum í heiminum skrivstovu í økinum. Hetta eru í flestu førum skrivstovur, sum umsita tað norðurlendska virksemið hjá teimum einstøku fyritøkunum. Fyri sjey árum síðani høvdu bara tólv altjóða fyritøkur skrivstovu í Keypmannahavn ella í Malmø.
Kanningin vísir eisini, at tá tær stóru altjóða fyritøkurnar fáa sær skrivstovu í Norðurlondum, eru Noreg og Finnland úti í kuldanum. Av teimum hundrað størstu fyritøkunum hava 65 skrivstovu í Norðurlondum. Av teimum húsast 26 í Oyrasundsøkinum, 27 eru í Stockhólmi, og hinar tólv eru aðrastaðni í Danmark ella Svøríki. Tað eru serliga matvøru- og bilfyritøkur, sum trívast væl í Oyrasundsøkinum. Ímillum matvørufyritøkurnar eru kend nøvn so sum Nestlé, Gilette og Coca-Cola, og ímillum bilfyritøkurnar eru eitt nú Peogeot, Toyota og Daimler-Chrysler.
At Oyrasundsøkið hevur so stóran týdning kemst av, at tað liggur mitt í tí stóra svenska-danska marknaðinum, og formaðurin í Oyrasundsstovninum, Anders Olshov, ivast ikki í, at tær stóru fyritøkurnar síggja fleiri fyrimunir í at seta seg niður har. Eitt nú uppfata nógvar teirra Norðurlond sum ein marknað, og í so máta liggur Oyrasundsøkið væl fyri, sigur hann.
Christian Wickmmann Hansen, sum er professari í landafrøði, sigur við Aftenposten, at tað fasta sambandið um Ouyrasund hevur virkað sum ein magnet og hevur drigið stórfyritøkurnar til sín, og at alt fleiri fyritøkur síggja tað sum ein stóran fyrimun at hava eina deild í økinum við Keypmannahavn, Malmø og Lund sum marknaði.
Tað fasta sambandið um Oyrasund varð tikið í nýtslu tann 1. juli í 2000. Í økinum við brúnna búgva 3,5 milliónir fólk, og har eru umleið 170.000 fyritøkur.









