Fast villeiddi keyparan

Tað samsvarar ikki við lóggávuna um marknaðarføringslógina, tá Fast lýsti við nýbakaðum “bake-off” breyðum.

Tað boðar Brúkaraumboðið frá.

Brúkaraumboðið hevur biðið Fast um skjalprógv fyri um útsøgnin “nýbakað” hevur veruligt innihald. Samstundis hevur Brúkaraumboðið fráboðað Fast, at tað hevur ta fatan, at útsøgnin nýbakað kann bara vera nýtt, um deiggið er gjørt sama dag, sum tað verður selt, ella um deiggið hevur verið fyrst, áðrenn tað verður brúkt.

- Fast hevur greitt brúkaraumboðnum frá, hvussu “bake-off” breyðini verða viðgjørd og samstundis fráboða, at útsøgnin “nýbakað” ikki longur verður nýtt í marknaðarføring av “bake-off” breyðum, sigur Brúkaraumboðið.