Ein av niðurstøðunum í tilmælinum, ið varð handað landsstýriskvinnuni í mentamálum í fjør, var, at arbeiðast skal fram ímóti at fáa fastari lærlingatal hvørt ár.
Í tilmælinum verður víst á, at síðan aldarskiftið er miðaltalið á nýggjum lærlingum hvørt ár er beint oman fyri 267 lærlingar. Tó, so skiftir talið rættiliga nógv frá ári til árs, tí at talið á nýggjum lærlingum er rættiliga tengt at konjukturinum. Til dømis vóru 328 nýggir lærlingasáttmálar undirskrivaðir í 2008, men árið eftir var tað talið bert 173.
Arbeiðsbólkurin kom til ta niðurstøðu, at neyðugt var fáa talið á nýggjum lærlingum í fastari legu, sum so aftur kundi virka konjukturjavnandi. Men fyri at hetta kundi røkkast, vóru nakrar fortreytir, ið skuldu vera upp á pláss.
Høvuðsfortreytirnar eru millum annað, at bæði land og kommunur gera langtíðar íløguætlanir, og at peningur verður settur av til byggiíløgur í lágkonjukturi. Samstundis skal lærlingatalið fylgja íløgunum, soleiðis at tá íløgurnar eru so og so stórar, skal talið á nýggjum lærlingum minka ella økjast hareftir.
Til at røkka hesum málinum og fyri at umsita tær broytingar og tillagingar, ið skulu til hvørt ár, verður í tilmælinum skotið upp, at skipast skal fyri einum forum, har umboð fyri ymisku partarnar koma saman at avgreiða viðurskiftini.
Í tilmælinum verður skotið upp, at aðalstjórar saman við kommunum og fíggjarmálaráðnum umboða tað almenna, meðan Handverksmeistarafelagið, Arbeiðsgevarafelagið og Handilsvinnufelagið umboða tað privata. Yrkisdepilin skal virka sum neutralur skrivari fyri forumið.