Fast starv sum starvsfólk á hitastovuni á herberginum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn

 

Fast starv sum starvsfólk á hitastovuni á herberginum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn

 

 

 

Starvsfólk til hitastovuna á Herberginum í Tórshavn

 

Herbergið í Tórshavn søkir eftir starvsfólki við hjartanum á røttum staði og áhuga fyri at hjálpa fólki í sera truplum lívsstøðum. 

 

 

 

 

 

Um starvi

 

Starvið umfatar fleiri ymiskar uppgávur, millum annað: 

 

  • At halda hitastovuna reina og ruddiliga og tryggja, at tað altíð er matur og drekka til brúkarar og vitjandi. 
  • At vera til staðar og vera um fólk, ið ofta eru í sera truplum lívsstøðum og hava trupulleikar, sum standast av rúsevnis- og/ella alkoholmisnýtslu. 
  • At halda øki uttanfyri reint og ruddiligt 
  • At tryggja á ein rúmligan og lagaligan hátt, at reglur, avtalur og annað á staðnum verða hildnar. 
  • At stuðla teimum, ið ynskja at gerast rúsfrí og virka sum bindilið til aðar starvsfelagar og fagbólkar. 
  • At heinta vørur til herbergið, og ábyrgd av fløsku innsamlingini.
  • At hjálpa til við ymiskum praktiskum uppgávum á Herberginum, tá ið á stendur. 

 

 

 

Stutt um okkum

 

Herbergið er búð- og umsorganarheim fyri menniskjur við rúsevnistrupulleikum. Vit hava hitastovu, dagsentur og møguleikar at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið. 

 

 

 

Førleikar

 

Dentur verður lagdur á, at starvsfólk eru tolin, rúmlig og fleksibul, og at tey fara fram við tí góða. Samstudis er neyðugt, at reglur verða hildnar og at stuðlað verður uppundur tær leiðbeiningar, ið eri í húsinum og eru fyri tey, ið vitja húsið. Neyðugt er at hava góð samskiftis- og samstarvsevnir og at síggja tað jaliga og góða í menniskjum sum stríaðst. 

 

Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga.

 

Eisini er neyðugt at hava koyrikort.

 

 

 

Tað hevur týdning, at øll starvsfólk á Herberginum eru trúgv móti virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum

 

Søkt verður eftir føstum vaktarfólki at arbeiða í 7 dagar og við frí í 7 dagar. Arbeitt verður frá kl. 11:00-21:00 frá mánamorgni til og við sunnukvøldi. Um áhugi er fyri tíð, og persónligir førleikarnir eru til staðar, verður eisini møguligt at avloysa til aðrar arbeiðsuppgávur í húsinum. 

 

 

 

Løn 

 

Starvið er tímalønt eftir pedagoghjálpararfelagnum

 

Starvsbyrjan: Skjótast gjørligt. 

 

 

 

Umsóknir skulu sendast til:

 

Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á telduposti Martin(at)frh.fo. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kann tú ringja til Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á tlf. 517300.