Hósdagin í farnu viku vóru 40 ár liðin, síðani brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu. Tað var tann 30. oktober í 1973, at Atli P. Dam, løgmaður, klipti snórin, og fasta sambandið millum Eysturoy og Streymoy varð tikið í nýtslu.
Tá búðu um 8.000 fólk í Eysturoy og um 15.000 fólk í Streymoy.
Farleiðin um Streymin og trý ár seinni gjøgnum Norðskálatunnilin hevur havt ómetalig stóran týdning fyri menningina – og hevur óivað verið íblástur til, hvussu nógv vit kunnu fáa burtur úr at menna undirstøðukervi við góðum, trykkum og skjótum farleiðum gjøgnum fjøll, um firðir – og seinni undir firðir.
Heini Olsen, verkfrøðingur hjá Landsverki, hevur sent Sosialinum áhugaverdar hugleiðingar um Sundabrúnna, sum kunnu heintast á slóðini niðanfyri.
Myndir til hugleiðingarnar hjá Heina Olsen síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER
VIÐ AT TRÝSTA HER síggjast nýggjar myndir av Sundaferjuni, sum er innrættað til skrivstovu
VIÐ AT TRÝSTA HER sæst grein um, at Blachmann úr X-Factor nú eigur Sundaferjuna
Lesið hugleiðingarnar hjá Heina Olsen við at trýsta á slóðina »Sundabrúgv« niðanfyri.