Útrokningar vísa, at somikið nógv ferðsla verður í hesum tunnli, at nýtslugjald kann fíggja alla verkætlanina sum hon er.
Lurtarakanningin, sum varð gjørd í sambandi við sendingina "Sostatt", ið Útvarp Føroya sendi mikudagin, vísti eina massiva uppbakking fyri tunnilsætlanini. Serliga vóru tað kvinnurnar, sum tóku væl undir við ætlanini. Hetta er væl skiljandi, tí ein slíkur tunnil gevur møguleika fyri, at tær kvinnur, sum arbeiða í høvuðsstaðarumráðnum, og sum fáa børnini ansaði í heimbygdini, fáa ein somikið stuttan veg til og frá arbeiði, at tær klára at avheinta børnini eftir arbeiðstíð.
Stóran samfelagsligan týdning
Samfelagsliga fær tunnilin stóran týdning.
1. Hann betrar um kappingarførið innan serliga flutningsvinnuna, og handverkaravinnuna. Virki í Eysturoy fáa møguleika at bjóða uppá arbeiði í Havn (og øvugt), tí nú verður ikki neyðugt at rokna við tveimum tímalønum eyka fyri flutning.
2. Tunnilin økir um trygdina og minkar um slitið á landsvegunum, og hann minkar eisini um belastningin á tveimum knútapunktum (Norðskálatunnlinum, sum ikki er egnaður til verandi ferðslu, og brúnni um Streymin).
3. Hann gagnar borgarunum við at stytta ferðatíðina millum 1 og 1,5 tíma um dagin.
4. Hann avlastar Havnina, við tað at fólk í størri mun fara at búseta seg við Skálafjørðin, nú Strendur verður næsti granni hjá Tórshavn.
5. Hann gagnar okkara umhvørvi.
Samanumtikið kann sigast, at samfelagsliga og fíggjarliga er hetta góð verkætlan, sum eg vil stuðla og arbeiða fyri, at hon verður framd í verki.