Fast sam­band ávirkar ikki húsa­prísirnar

Fast samband í Sandoynna og tunnil til Eysturoynna broyta ikki húsaprísir

Tað kann vera ringt at sleppa av við eini hús á Sandoynni í dag, og tað verður møguliga ikki nógv lættari í 2021, tá tað er fast samband til Havn­ina. Tað metir Kára á Dunga, stjóri í PF INNI, sum er størsta sethúsasølan í Føroyum. Hon vil helst ikki spáa um framtíðina, tí man veit aldrin, men teirra roynd­ir vísa, at fast samband ikki ger tað lættari at selja hús í út­jað­ara­num. Hon metir tó, at fast samband kann flyta sølu­na av summarhúsum nakað.
"Vit sóu eina upp­blomstr­ing viðvíkjandi bygg­ing í Vágum, tá fast samband kom, men prísirnir hava lag­að seg aftur, og í Klaksvík hava prísirnir av teimum hús­um, sum vit hava selt, ikki flutt seg tað heilt stóra", sig­ur hon.

Verri at fáa fígging til dýr hús á bygd
Hyggja vit at prís­un­um á sethúsum, seld í Føroyum, er gongdin tann, at munurin millu­m kostnaðin á húsum í Havn og uttanfyri Havnina støðugt økist. Sjálvt um ein keypari fegin vil lata ein góð­an prís fyri eini hús í út­jaðara­num, eru fígg­ing­ar­stovnarnir varnir við at veita fígg­ing. Munurin á kost­naði­num millum eini hús í Havn og Hoyvík og eini hús í útjaðaranum er úr einari hálvari upp í eina millión.
Heldur ikki Jón Simon­sen, stjóri á Skyn, metir, at prísirnir fara upp. Tað er møgu­ligt at fólk úr Eystur­oynni, sum búgva í Havn flyta heima aftur, ella at fólk, sum umhugsa at flyta til Havnar lata vera, men um Havnarfólk ynskja bílig­ari hús, so kunnu tey flyta til Velbastaðar ella út á Norð­asta Horn, har prísurin er eitt­sindur lægri, metir hann.