FAS-skattalógin

Hetta uppskot frá Karsten Hansen vegna landstýrið um broyting í hesari lóg, vísur og avdúkar, hvussu følsk og óanstendig verandi samgonga er.

Løgmaður helt ikki orð, tá ið hann lovaði kommununum, at tær ongan fíggjarligan miss skuldu hava av skattalættanum, sum landsstýrið gav í 2002.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at vit skulu loysa kommunurnar frá landskassanum og at tað skal vera fult samsvar millum fíggjarliga ábyrgd og avgerðarrættin. Slíkt møsn skal man leita leingi eftir við verandi mannagongd frá landsstýrinum.

Kommunustýrislimir hentir býttlingar?
Sum sagt helt løgmaður ikki orð, tá skattalættin bleiv givin í 2002. Kommunurnar fingu ein lítlan lætta í FAS-skipanina við, at lutfallið millum land og kommunur av gjaldinum, bleiv broytt frá 55/45 til 72/28, men var hetta yvirhøvur ikki nokk til at kompensera fyri tær mistu inntøkurnar hjá kommununum, sum skattalættin var orsøk til.
Nú avdúkar landstýrið hvussu falsk og óanstendugt tað er, við at leggja uppskot fram um at hækka lutfallið í FAS-skipanini aftur til 55/45 við afturvirkandi kraft, tí landskassin manglar pengar.
Sagt verður, at kommunurnar skulu fáa hesar pengar aftur, tá ið eldraøkið blívur lagt út til kommunurnar, ella um hetta ikki ber til, verður uppskot lagt fyri tingið um serligt útgjald til kommunurnar við endan av 2003.
Við hesari mannagongd, fyrst at lækka, síðani at hækka og kanska endurrinda til kommunurnar, má landsstýrið halda, at allir kommunustýrislimir eru hentir býttlingar.

Loysing?
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at kommunurnar skulu loysast frá landsskassanum, hetta er nakað møsn, tí verandi gongd vísur, at tað er landsskassin sum skal loysast frá kommunukassunum.
Landskassin fer djúpt niður í kommunukassarnar við sínum lógarverkið viðv:
FAS-skipanin: hví skulu kommunurnar yvirhøvur gjalda til hesa skipan?
Rentufrádráttinum: lóg sum kommunurnar onga ávirkan hevur á og skerjur inntøkurnar.
Botnfrádrátturin: lóg sum kommunurnar onga ávirkan hava á og skerjur inntøkurnar.

Ruddið upp
Vælsignaðir menn og kvinnur, ruddið upp í øllum hesum, áðrenn tit jarðleggja kommunrnar við at leggja fíggjarligar byrðar á tær, sum tit kunnu regulera, sum tykkum hóvar, alt eftir um tað fjarðar ella fløgir í landskassanum.