FAS skapar nógv avleitt virksemi

Í ársfrágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum verður greitt gjølliga frá um FAS, hvussu virksemið hjá stovninum er skipað og hvørjar avleiddar inntøkur FAS skapar

Tað er ein bági fyri FAS, at ov fá hagtøl finnast, sum lýsa virksemið í vinnuni. Hóast hetta er roknistykkið sera einfalt, tí tá skipanin lítla ella onga játtan hevur, so er alt virksemið nettoinntøkur til førloyska samfelagið.
Í ársfrágreiðingini verður sagt, at tað er týdningarmikið at leggja aftrat, at FAS-skipanin er einasta orsøkin til, at útlendsku reiðaríini koma til Føroya at skapa virksemi á landi og umstøður fyri vitanartungu sjóvinnuna at vaksa.
Aðrar skipaskrásetingar kunnu bjóða minst líka góðar fíggjarligar treytir sum FAS. Kortini velja útlendsku reiðaríini Føroyar, tí teir kenna seg aftur í okkara sjómentan. Talan er um eina mentan, sum er um at hvørva í okkara grannalondum.
Av tí at fá hagtøl finnast, ið vísa inntøkurnar hjá føroysku sjóvinnuni, er torført at vísa á neyv tøl. Men við at kaga í roknskapirnar hjá føroyskum feløgum innan sjóvinnu og spyrja nærri í vinnuni, eru komin fram tøl, ið vísa árligu lønarútgjaldingarnar í 2011 til størv í FAS-umsitingini á landi.
Hetta eru varisligar metingar og tølini skuluu ikki yvirmetast.
Innan Ship Management er talan um 119 ársverk til eitt virði á 54.264.000 krónur, sakførarar skapa tvey ársverk fyri 1.680.000 krónur, grannskoðarar trý ársverk á 1.800.000 krónur, reiðara- og manningarfeløg eitt ársverk á 480.000 krónur.
Hetta gevur tilsamans eina FAS umsiting í 2011 á 58.224.000 krónur.

Nógvan skatt
Fyri at fáa atgongd til FAS-lønarskipanina krevst, at umsitingin av lønar- og hýsusáttmálum er í Føroyum, og reiðaríini mugu hava føroyskt bankasamband.
Harumframt skulu øll partafeløgini hava føroyskan grannskoðara. Fleiri føroysk feløg, nøkur nýstovnað, taka sær av hesi umsitingini vegna útlendsku reiðaríini. Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at fleiri føroyingar, ið hava arbeitt innan skiparakstur í grannalondunum, hava gjørt av at flyta heim, nú teir hava møguleika at brúka útbúgving og royndir sínar í vinnuni her.
Tað er eisini álagt útlendskum reiðaríum at hava føroyskt umboðsfólk. Flestu útlendsku reiðaríini velja eisini at hava føroyingar í nevndini, tá teir stovna partafeløg í Føroyum. Tískil verða nevndar- og aðalfundir ofta hildnir í Føroyum.
Tøl fyriliggja ikki, sum vísa lønina hjá hesum umboðum ella nevndarlimum, men tað skilst, at hetta er væl lønt arbeiði.
Tað ber ikki til at síggja, hvussu nógv partafeløgini rinda í skatti, tí hetta verður ikki eyðmerkt í skipanini hjá TAKS, men skráseting, tjóðarbræv og pant fyri 2011 gav 1,171 milliónir, málibrøv góvu 74.118 krónur viðurkenningarprógv 112.274 krónur og ársgjøld 1.722.158 krónur, ella eina beinleiðis inntøku á tilsamans 3.079.550 krónur.
Í 2011 fekk TAKS 29.112.000 krónur inn í skatti frá FAS avleiddum virksemi, meðan arbeiðsmarknaðargrunnar fingu 16.689.860 krónur frá FAS avleiddum virksemi á landi og føroyskum sjófólki í FAS.
Flogferðaseðlar og gisting geva eisini nakað av inntøkum, eins og tryggingarfeløg fáa inntøkur frá FAS skrásettum skipum.