Føroyska altjóða skipaskráin sá dagsins ljós í 1992. Tey fyrstu árini vóru millum 15 og 20 skip í FAS-skipanini, men í 2005 nærum tvífaldaðist talið av skipum, og lá síðani støðugt á umleið 35 skipum til 2008.
Eftir 2009 fór talið av skipum at vaksa hvørt ár og við árslok 2013 vóru 87 skip skrásett í FAS. Í talum eru flestu skipini úr Føroyum, meðan í tonsum eru flestu skipini úr Svøríki. Hetta stendur alt at lesa í frágreiðingini "Føroysk arbeiðsmegi uttanlands - ein fongur fyri samfelagið" sum Magni Laksáfoss hevur gjørt fyri Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Í 2013 sigldu 771 føroyingar og 1518 útlendingar undir FAS. Talið á útlendingum í FAS-skipanini er nærum tvífaldað síðani 2010.
Í frágreiðingini hjá Magna Laksáfoss stendur, at samlaðu almennu inntøkurnar av FAS-skipanini vóru í 2013 mettar at vera 228,1 millión krónur. Skattainntøkan var 123,8 milliónir krónur, men 92,6 milliónir krónur vóru afturbornar til reiðaríini, sambært skattaavtaluni fyri FAS. Sostatt komu 31,2 milliónir krónur netto inn í landskassan.
Harumframt komu 78,9 milliónir krónur inn umvegis MVG og arbeiðsmarknaðargjøldini eru mett til 25,5 milliónir krónur. Tilsamans komu sostatt 135,6 milliónir krónur netto inn í landskassan frá føroyingunum, ið sigla undir FAS-skipanini.
Hetta svarar til umleið 2,5 prosent av samlaðu almennu inntøkunum.
Niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss er tí greið.
- Út frá hesum kann staðfestast, at FAS-skipanin í dag letur eitt munandi ískoyti til almennu inntøkurnar.