Shipping 08
- Fyri mongum árum síðani dagaði ein nýggj kapping undan í handilsskipavinnuni. Lond at kalla misbrúktu sítt nationala symbo – flaggið - afturfyri at fáa vinning burturúr pørtum av heimsflotanum. Tað var skjótt, at tosað var um hentleikafløgg, ringan stand, lág førleikakrøv - ja, um eina “discount” loysn og verri enn tað. Til endans mundi dastið av hesum flota vera plimsollarar, sum bara havsins cowboyarar og ditto klondeikarar á landi tímdu at fáast við. Panama og Liberia gjørdust ímyndin av havsins flótandi kistum.
Soleiðis málbar Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, seg, tá ið hann trein á pallin í Norðurlandahúsinum á Shipping Føroyar 2008.
Hann vísti á, at avleiðingin av hesi sníkjandi kapping gjørdist til endans, at teir seriøsu aktørarnir í vinnuni, og londini teir virkaðu úr, máttu taka eitthvørt stig, soleiðis at ein heil og berandi vinna ikki skuldi flýggja út av landinum. Hetta er gjørt í eitt nú Isle of Man, Noregi og Danmark.
Í prinsippinum er tað skilaleyst at reka vinnupolitikk við at diffirentiera í landsins skattapolitikki. Tað hugsi eg, at tey flestu eru samd við mær í. Somu sannføring hava teir helst havt í nevndu londum, tá teir kendu seg noyddar at boygna fyri at varðveita flota, vinnu, fíggjarsektor, tryggingarvinnu, shippingvinnu og handilin, sum var avleiðingin av skiparakstrinum.
Tórbjørn vísti á, at hesir valdu eina nettohýruloysn og hava síðani staðið seg væl og virðiliga í kappingini á heimshøvunum. Hýrurnar hjá teimum mynstraðu eru betri enn nakrantíð, útgerðarfeløgini hava tað gott og genereraði kapitalurin í samfelagnum er vaksandi. Ørvarnir á parametrunum ota seg upp ímóti skýggjunum, sum hann tók til.
- Vit føroyingar gjørdu sum vit plaga og fingu eina fyribilsloysn. Tað er ein so deiliga typisk føroysk handfaring av øllum málum. Pseudo, vit elska alt sum er pseudo, trívast best sum ein “bagatel” ella sum ein “parantes”, eisini politiskt og vinnuliga. Trívast eftir øllum at døma best í lívd í le.
Landsstýrismaðurin vísti á, at politiska skipan okkara, sum í einum og øllum plagar at hava Danmørk sær til fyrimyndar, valdi aðra kós í farmaskipamálinum. Orsøkirnar kunnu vera so mangar.
- Ræðslan fyri hesi alternativu skattaskipan, óttin fyri at fiskiskipaflotin, sum flytir okkum allan útflutningin upp á land, fór at leggja trýst á fyri at fáa somu ágóðar og so víðari. Úrslitið gjørdist, at vit valdu ta svensku skipanina, sum longu tá var ávegis at gera enda á stóra svenska flotanum. Ein afturberingar skipan, sum hvørki var heil ella hálv. Manningarnar fingu onki burturúr, reiðaríini fingið nakað, men komu tó ikki í eina nóg góða kappingarstøðu mótvegis teimum bestu skipanunum, sum vit kenna. Føroyar fingu at kalla onki burturúr hesum - í hvussu er ikki í mun til, hvat kundi fingist burturúr, um vit valdu at knæsett ta skipan, sum stóð best í altjóða kappingini.
Landsstýrismaðurin vísti til orðini hjá kenda enska statsmanninum Lloyd George, sum einaferð helt fyri, at tað er lítið skilagott at leypa yvir um eina gjógv í tveimum lopum, tá tað kann gerast í einum.
- Boðskapurin er ikki til at misskilja, segði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður á Shipping Føroyar 2008, tá ið hann mælti til at gera allar neyðugu broytingarnar í FAS-skipanini í einum.