- FAS skal mennast til ein virknan, sjónligan og kappingarføran leikara í altjóða sjóvinnu, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna
Bjørt Samuelsen segði á Shipping Føroyar 2008, at hon sum landsstýriskvinna fer at leggja stóran dent á nýmenning, og við nýmenning segði hon seg hugsa um nýggj potentiali hjá verandi vinnum og at birta uppundir møguleikan fyri nýggjum vinnum.
- FAS-skipanin er ein partur av okkara sjóvinnu, og hetta er samstundis ein av teimum vinnum, har vit hava víðfevndar møguleikar at skapa nakað, ið fer at kasta nógv av sær.
Landsstýriskvinnan vísti á, at føroyingar hava dyggari royndir enn flestu aðrar tjóðir innan sjóvinnu.
- Tí skal FAS umskipast og gerast kappingarfør. Skipanin skal mennast til at gerast ein virkin, sjónligur og kappingarførur leikari í altjóða sjóvinnu ? ein skipan fyri handilsskip kring allan heim.
Hon segði seg vera ógvuliga troytta av at hoyra um ætlaðar broytingar í FAS.
- Nú skal nakað gerast, og tað verður mítt lyfti, at hetta skal gerast nú. Vit eru saman við fíggjarmálaráðnum farin at hyggja upp á øll hesi viðurskifti, segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna.