Sambært bretsku miðlum, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn José Mourinho verður koyrdur í Chelsea. So seint sum í dag, er hann ákærdur av enska fótbóltssambandinum, eftir at hann leygardagin bleiv burturvístur.
Millum annað The Daily Mirror hevur keldir í Chelsea hópinum, sum siga, at spælararnir vænta at tað bara ein spurningur um tíð - heldur enn nakað annað - áðrenn José Mourinho verður koyrdur í Chelsea.
Chelsea vann annars Premier League í stórum stíli farna kappingarár. Tað vísti seg skjótt, at hetta kappingarárið ikki fór at ganga eins væl. Longu í venjingardystunum byrjaði at ganga illa á vøllinum, meðan José Mourinho tóktist ónøgdur við støðuna á flytingarmarknaðinum.
Síðani kom nógv umtalaða støðan, tá kvinnuligi læknin, Eva Carneiro, bleiv burturúr víst frá besta liðnum. Alt í meðan úrslitini gingu José Mourinho ímóti.
Sum skilst, so er bikarið hjá Roman Abramovic, einaræðisharranum í Chelsea, um at flóta yvir, eftir at Chelsea um vikuskiftið tapti 2-1 fyri West Ham. Í dystinum blivu José Mourinho og málmansvenjarin burturvístir. José Mourinho hevur fyrr í ár fingið bann og bót frá enska fótbóltssambandinum.
Eisini hevur hann spælt seg ókláran við spælarar sum Eden Hazard, ið var valdur til besta spælaran í Premier League farna kappingarár.
Okkurt blað nevnir, at José Mourinho kann fáa fótin, um Chelsea ikki vinnur á Liverpool komandi vikuskiftið. Onnur meta, at tað er ov dýrt at koyra venjaran. ESPN skrivar, at tað kemur at kosta felagnum áleið 300 milliónir krónur at senda José Mourinho heim.
Eitt er so hvat ensku bløðini skriva. Nú er spurningurin um nakað hald er í søgunum. José Mourinho hevur ongantíð verið venjari hjá einum felagi longri enn trý ár. Hetta er triðja árið í hesi setuni hjá portugisiska venjaranum.