-Sjálvsagt var tað ein herskin biti at svølgja. Um eg ikki klári at taka ta avgerðina í tí støðuni, so haldi eg ikki at eg skuldi verið í politikki. Hesum má eg bara liva við, og so er tað upp til fólk, veljarar og onnur at gera av, hvørjar avleiðingar, tað skal fáa fyri meg og Javnaðarflokkin. So einfalt er tað.
Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, er alt annað enn fegin um, at Javnaðarflokkinum legði seg út í sáttmálaósemjuna millum Maskinmeistarafelagið og SEV.
Eftir at streymslit hevði herjað oyggjarnar í nakrar dagar tók samgongan mikudagin stig til leggja upp í sáttmálatrætuna hjá SEV og Maskinmeistarafelagnum. Við løgtingslóg varð sáttmálatrætan avblást á hesum sinni.
Fyri Javnaðarflokkin var avgerðin ikki løtt.
Flokkurin, sum plagar at ganga undan, tá verkfalsrættur og samráðingarrættur skulu haldast uppi, kendi seg noyddan at víkja frá hesi grundregluni, og leggja seg út í eina sáttmálatrætu
Kúvendir
Déja vu 2003. Henda yvirskrift var at lesa í Sosialinum fyrr í vikuni. Yvirskriftin rakar væl, tí sáttmálatrætan hjá SEV og Maskinmeistarfelagnum í ár minnir ikki sørt um trætuna hjá somu feløgum í 2003. Eins og Bárður Nielsen, valdi táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, fyri tveimum árum síðan at vraka eina sáttmálasemju millum Maskinmeistarafelagið og SEV.
Avgerðin hjá Karsteni Hansen at blanda seg í sáttmálasamráðingarnar fekk Javnaðarflokkin úr stólinum. Flokkurin fíltist hvassliga, at landsstýrið legði seg út í sáttmálatrætuna.
Javnaðarflokkurin legði millum annað tásitandi landsstýrið undir at eitra arbeiðsmarknaðarskipanina, og at renna ørindi fyri arbeiðsgevarasíðuna.
- Øll orsøk er at rópa varskó. Sitandi samgonga er farin undir eina miðvísa herferð ímóti teim reglum, sum hava eyðkent okkara arbeiðsmarknað í mannaminni. Endamálið er fyrst og fremst at undirgrava fakfelagsrørsluna í Føroyum, skrivar Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloksins í lesararbrævi 26.mei 2003
Nú er kortini vent í holuni. Frá at finnast hvassliga at politiskari uppílegging í sáttmálasamráðingum hjá fakfeløgunum, var Javnaðarflokkurin millum flokkarnar, sum atkvøddu fyri at avblása sáttmálaósemjuna og verkfallið hjá SEV og Maskinmeistarafelagið við løgtingslóg.
Hvar varð av grundregluni hjá Javnaðarflokkinum um at verja sáttmálaráðingarrættin og verkfalsrættin mikudagin?
-Grundreglur eru góðar at hava, men tað ber snøgt sagt ikki til at halda upp á eina grundreglu, tá samfelagið fer til grundar. Sum støðan útviklaði seg kundu vit ikki gera annað. Eitt samfelag kann snøgt sagt ikki liggja í streymloysi. Hetta kemur bara fyri í Føroyum og onkrastaðni í Afrika. Vit vórðu trýstir út í eina órímuliga støðu, og uttan mun um vit brýggja okkum um tað, so vóru vit noyddir at taka ta støðu, vit tóku, svarar Kristian Magnussen.
Er hetta ikki eitt klokkuklárt dømi um ein flokk, sum kastar alt fyri borð, so skjótt hann fer úr andstøðu og í samgongu?
-Nei, tað skuldi tað helst ikki. Vit hava bjóðað okkum fram at stýra landinum, og sita nú í stjórn. Við tí fylgir ein ábyrgd, og vit vera noyddir til at liva upp til ábyrgdina. Flokkurin er samdur um, at vit tola ikki hægri lønarútreiðslur, sum støðan er í samfelagnum í løtuni..Vit hava sæð undanfarin ár, at sáttmálin millum SEV og Maskinmeistarafelagið verður nýttur sum jarnbrot fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Hevði landsstýrismaðurin sett sína undirskrift undir sáttmálan hjá SEV og Maskinmeistarafelagnum, so hevði-alt annað líka- kostað okkum eina eykaútreiðslu á 80-100 mió. krónur, og tað hava vit snøgt sagt ikki ráð til. Sum stjórnarflokkurin kunnu vit ikki forvara eina slíka meirútreiðslu, greiðir tingformaður Javnaðarfloksins frá.
Ábyrgdarleyst
Kristian Magnussen fortelur, at ein Javnaðarflokkar hevur vanliga sum meginreglu at verja verkfalsrættin og samráðingarrættin, men at flokkurin kendi seg avgjørt trýstan at ganga ímóti meginregluni. Hann finst serliga at leiklutinum hjá SEV í málinum um sáttmálatrætuna við Maskinmeistarafelagið.
-Løgtingið varð tvungið út í hasa støðuna av SEV. SEV hevur eftir mínum tykki verið fullkomiliga ábyrgdarleysir í málinum. Leiðslan hevur fleiri ferðir bæði áðrenn og undir samráðingunum fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at hann undir ongum umstøðum kundi góðtaka nakað sum líktist tí, sum partarnar vóru samdir um, sigur Kristian Magnussen.
Hann vísir á, at SEV í fleiri førum hevur fingið at vita, at sáttmálin við Maskinmeistarafelagið verður nýttur sum eitt jarnbrot í sáttmálasamráðingunum við restina av almenna arbeiðsmarknaðinum seinni í heyst, og at SEV tískil átti at víst ábygd og gingið á odda fyri at halda aftur.
-Persónliga haldi eg tað er burturvið, at SEV og Maskinmeistarafelagið eru fyrstu fakfeløgini sum samráðast. Sjálvandi áttu tey stóru fakfeløgini samráðst fyrst, so tað varð tann stóra fjøldin, sum legði støði fyri lønarstigi, og ikki tey smærru feløgini sum Maskinmeistarafelagi, heldur Kristian Magnussen.
Sitat:
"Landsstýrið eitrar arbeiðsmarknaðarskipanina við at undirgrava gjørdar avtalur og við partískari uppílegging"
Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloks 26.mei 2003
"Hetta er ein helst bíløgd uppílegging fyri at stuðla arbeiðsgevarasíðuni í samráðingum á privata arbeiðsmarknaðinun"
Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloks 26.mei 2003
"Øll orsøk er at rópa varskó. Sitandi samgonga er farin undir eina miðvísa herferð ímóti teim reglum, sum hava eyðkent okkara arbeiðsmarknað í eitt mannaminni. Endamálið er fyrst og fremst at undirgrava fakfelagsrørsluna í Føroyum"
Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloks 26.mei 2003
"Tað, sum kanska er mest hugstoytt er, at eisini politiskar kreftir, sum ein skuldi trúð høvdu ávísan samhuga við arbeiðarafeløgunum, stinga tey í ryggin. Her hugsi eg um Tjóðveldisflokkin"
Hans Pauli Strøm lesarabræv 26.mai
Myndxt:
-Grundreglur eru góðar at hava, men tað ber snøgt sagt ikki til at halda upp á eina grundreglu, tá samfelagið fer til grundar. Sum støðan útviklaði seg kundu vit ikki gera annað. Eitt samfelag kann snøgt sagt ikki liggja í streymloysi. Hetta kemur bara fyri í Føroyum og onkrastaðni í Afrika.