Farvæl til kommunurnar

Í orðaskiftinum um avtøkuna av uppstillingardømunum, sum nú er upp á tal, verður viðhvørt ført fram, at kommunurnar fara at hava eitt týdningarmikið lutverk í framtíðar Føroyum.

Hesum er tó eingin orsøk til at rokna við

Okkurt skulu teir tingmenn gera, sum eru valdir í hesum nýggja uppstillingardømi. Teir fara væl at síggja, at tað eru nógvar dupultfunktiónir, sum slepst undan, um kommunurnar verða niðurlagdar. Hetta gevur meira vælferð fyri hvørja skattakrónu.

Tingið hevur loyvi til at samtykkja, at kommunurnar verða avtiknar, og nógv kann førast fram fyri hesum sjónarmiði. Eitt er tað, at aðrastaðni eru kommunur sjáldan so smáar sum allar Føroyar. Fara vit til næsta grannaland okkara, Hetland, so er tað alt ein kommuna. Í Danmørk hava teir júst lagt amtini saman í nýggjar stórar kommunur.

Alt bendir tí á, at sleppa vit uppstillingardømunum, fara vit eisini at siga farvæl til føroysku kommunurnar.