Ryan Giggs spældi sín seinasta landsdyst fyri Wales, tá hann og liðfelagarnir spældu málleysan javnleik móti Kekkia leygardagin. Javnleikurin tænti kanska Írlandi best, men í veruleikanum kundi Wales eins væl vunnið dystin móti kekkisku favorittunum. Giggs sjálvur átti eisini onkran møguleika. Millum annað tá hann ta einu ferðina rundaði fýra verjuspælarar, áðrenn Cech tó fekk blokerað skotinum.









