Carl August Arge, x-limur í Sjálvstýrisflokkinum
Eftirsum eg havi verið valevni fyri hendan flokk, og í tí sambandi alment havi biðið fólk um at stuðla flokkinum, haldi eg tað vera rættast, alment, at boða frá, at eg ikki longur stuðli hesum flokki og tíansheldur viðmæli øðrum at gera tað.
Tann aktuella grundin er floksins støða í diskriminatiónsmálinum. At flokkurin atkvøður ímóti at verja fólki móti diskriminatión vegna kynsligan samleika meti eg vera í beinleiðis anstøðu við stevnuskrá floksins. Har stendur greitt, at flokkurin er ímóti øllum mannamuni og allari happing.
Vit eru fleiri sum leingi hava roynt at fingið eitt orðaskifti í flokkinum um hetta mál tó uttan úrslit.
Eg meinti, ta tíð tað var, at Sjálvstýrisflokkurin var ein frælslyntur sosial-liberalur flokkur við einum opnum og livandi innanfloks orðaskifti. Í dag má eg ásanna, at flokkurin, við núverandi formanni, er ein ultra konservativur flokkur við nærum ongum innanfloks orðaskifti.
Eg veit, at ein stórur partur av limunum í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag eru vónsvikin av flokkinum í hesum máli og tí vantandi orðaskiftinum um eym mál í flokkinum.