Av teimum 15 vikunum á listanum hevur Sasa Sa, Sa ligið 11 vikur ovast, 2 vikur á øðrum plássi, 1 viku á triðja plássi og hesa vikuna er lagið á fjórða plássi. Hetta skuldi gjørt lagið til ein av stórfavorittunum, at gerast ársins lag á 15 teimum bestu.
Tað er vert at bíta merki í, at 11 vikur á ovastu rók ikki er met í søguni hjá 15 teimum bestu, metið hevur ein onnur tulking av einum kendum lag, nevniliga Promise Me við Guðruni Sólju Jacobsen.
Fyri tveimum vikum síðan megnaði Sasa Sa, Sa at kroysta Igen & Igen & við Nephew av ovastu rók, ið Nephew hevði tikið frá The Dreams vikuna undan. Men endurvunnið oddasessurin vardi bert eina viku.
Í komandi sending er greitt, at Sasa Sa, Sa ikki er millum løgini á listanum, tí lagið fellur fyri 15 viku markinum.
Eitt annað The Dreams lag hevur tó møguleikan at avbjóða Nephew. Fyri tveimum vikum síðan kom tolkingin av Terja Rasmussen lagnum Nummar inn á listan á fimta pláss, eitt pláss, ið lagið helt í síðstu viku, tó er tað dottið tvey pláss hesa vikuna.
Tað er tí kanska meira sannlíkt, at lagið við Lailu Hansen & Arnfríð Lützen, Don’t Just Wanna Be á øðrum plássi ella Sexy Back hjá Justin Timberlake á triðja plássi avbjóðar Nephew í komandi sending.










