Farvæl Katrina Maria - F. 24.05 1832 – D. 28.04 2011

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Eg var í iva. Skuldi eg senda krans ella blómur. Ella geva eina peningagávu til Fíggjarligt støðufesti. Nei, tað bar ikki til, einki kontunummar var nevnt í kunngerðini um jarðarferðina.

Var tó ivaleysur í, at til seinastu ferðina noyddist eg at fara, nú ein gamal kenningur, vinur er at gera í so nógv av, men kenningur hóast alt fór hiðani. Undan stórari skuld gamaní, men tað leggja tey einki í uppi har.

Bílegdi tí atgongdarkort, sum lá í postkassanum eina viku eftir at tað varð sent aðra staðni í sama postnummari sum eg búgvi í.

Atgongdarkort var eitt krav fyri at sleppa inn í kapellið har í kjallaranum eystan fyri Skansan.

Læt meg í tann svarta jakkan, sum eg annars gangi í hvønn dag.

Vit vóru ikki nógv. Kundu verið yvir 9000, men vóru bara 25, sum sýndu seinastu virðing og drýptu høvur, tá lokið varð neglt á tóma pengakistilin.

Eingin hvít kista at leggja hondina á, men nakrar hendur at taka í. Eingin var so kolasvartur humoristur at kondolera, heldur ikki eg. Eingin græt. Men onkur skilti ikki, hví deyðin er so miskunnarleysur og krevur so nógv. Vit tosaðu ikki hart, hetta var ein álvarsløta.

Í gongini uttan fyri salin nevndi eg tó, at seinast, eg var á fundi við tí nú deyða, fingu vit sunnudagsdøgurða og reyðvín í staðin fyri niðurskrivaða rósuvínið. Nógv reyp og innflutt undirhald afturvið. Jólaborðhaldsbrúdleypssangir, stór tøl á stórskíggja og eingin deyði í durunum. Ja, tá var lagið gott.

Her, hetta tunga hóskvøldið, vóru kaffi, posate og søtar rentuskattaðar keks. Løtan bar ikki meira enn tað. Endiliga var lítillætni eingin skomm, men nú var bara ov seint, alt ov seint. Og eingin jarðarferðarhjálp frá Heilsutrygd.

So fara vit inn í salin. Eitt bert rúm. Einki pynt, einki stás, einki sálmahefti við krossi á, eingi powerpoints, mikrofonin stóð á low, eingin urga, eingin bøn (ivaleyst tó onkur illbøn innantanna).

Deknurin staðfestir við at hyggja í eina Dimmalætting, at vit eru her lógliga, innkallingarfreistin er hildin. Klokkan 18.04 fer presturin upp til altarið, sigur sjúkrasøguna hjá líkinum. Tað hevði borið til at bjarga sjúklinginum, men tað vildu onnur ikki. Klokkan 18.23 er deyðin endaliga staðfestur eftir besta leisti, einmælt uttan atkvøðugreiðslu. Eg eri tann einasti, sum ikki havi atkvøðurætt. Hini stóðu tí deyðu nærri enn eg.

Eg, “tygum”, hava rætt til at taka orðið, men ikki atkvøðurætt, stendur í atgongdarkortinum.

Spurt verður um búgvið. Men einki er at arva, ikki so frægt sum ein tóm bússa. Talvan gongur ikki.

Á bróstinum í kapellinum, millum Nólsoyarfjørð í vindeygunum, hanga avrit av kongaliga loyvisbrævinum Loyvisbrævið, sum Fríðrikur hin sætti, kongur, gav tann 24.mai í 1832. Elli var tó ikki deyðsorsøkin.

Og kontan hjá Cathrine Marie Johannesdatter í Færø Amts Sparekasse hongur eisini har.

Næstan 179 ár, sum byrjaðu við 29 dálum og 48 skillingum og endaðu í ongum, ja, minni enn ongum.

Hví? Tí tað er ikki spennandi, ikki modernað, ikki trendy at læna fólki pengar, sum gjalda teir aftur. Sethúsaeigarar eru so keðiligir debitorar, eingin avbjóðing, eingin váði.

Eykaaðaljarðarferðin var liðug. Hon var uttan spákingarferð út í veðurbarda býlingin millum heims og heljar. Eingin bjóðaði til ervi aftaná. So, farvæl meðni. Avtikin um sálina fóru vit til hús.

Tað, sum nú er eftir, orðnar Skiftirætturin. Tikið er ikki við skuld.

Hvíl í friði Katrina Maria Jógvansdóttir.