Farvæl Havnin

Bæði umboðini fyri høvuðsstaðin í bestu fótbóltsdeildini eru ikki longur við í kappingini um løgmanssteypið. EB/Streymur vann 2-0 í Gundadali í dag. Pætur Dam Jacobsen legði sundalagsmenn á odda, tá fyrri hálvleikur var eitt korter gamal. Miðvallarin hevði ríkiligt av plássið eftir hornaspark. Lætt og einfalt stútaði hann í málið.

 

B36 fekk sjáldan ferð á spælið, og tað var bara seinastu løtuna, at heimaliðið hótti av álvara. Heini í Skorini og Lukasz Cieslewicz vóru nær við at javna, men René Torgarð vardi væl.

 

Innskifti Bárður Olsen, sum spældi við B36 í fjør, økti í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Hann var staddur uttan fyri brotsteigin, tá hann smekkaði til.

 

AB er einasta liðið úr høvuðsstaðarøkinum, sum framvegis er við í steypakappingini.

 

B36 - EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Pætur Dam Jacobsen

0-2: Bárður Olsen