Farvæl Harra Muffin er sum allar góðar barnabøkur, eins góð hjá vaksnum at lesa sum hjá børnum. Mánadagin fekk Farvæl Harra Muffin, sum Ulf Nilsson hevur skrivað og Anna-Clara Tidholm hevur teknað, stóru og viðurkendu Augustvirðislønina. Ebba Hentze hevur týtt til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur áður givið bøkur út, sum Anna?Clara Tidholm hevur skrivað og teknað, Banka uppá og Út at ganga .
Farvæl, Harra Muffin er ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Ein genta eigur ein hamstara, Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur, men nú er hann vorðin gamal og gráur. Hann hugsar um lívið og minnist farnar tíðir. Ein dagin fær hann brádliga ilt í magan. Boð verða send eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir á høvdinum - har er onki at gera ? Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan, tí gentan, ið eigur hamstaran, skrivar honum brøv, sum vit sleppa at lesa.
Tað hevur hepnast Ulf Nilsson og Annu-Claru Tidholm í orðum og myndum at gera Harra Muffin so livandi, at minnið um hann gerst ógloymandi. Tekstur og myndir fylgjast at mótvegis endanum, sum ikki slepst undan.
Farvæl Harra Muffin átti at fingið eitt pláss í øllum heimum, skrivar svenska blaðið, Dagens Nyheter, mánadagin.