Leingi havi eg havt eina kenslu av, at hetta valstríðið er tað skitnasta nakrantíð, har farið verður heldur eftir manninum, enn eftir bóltinum. Nú Dimmalætting er komin í sjálvsving, havi eg so eisini merkt hetta á egnum kroppi. Og tað er ikki tespiligt!
Tá tú ert politikari og situr sum borgarstjóri, snýr tað seg millum annað um at vera til reiðar at svara spurningum frá fjølmiðlafólki. Tað verður gjarna ikki spurt eftir, um tað er seint ella tíðliga, tí hetta er ein náttúrligur partur av politikkinum.
Vanligt er eisini, at báðir partar hava virðing fyri hvørjum øðrum, og tað er eisini ein fyritreyt fyri, at nakað samskifti kann vera. Men tá talan er um ta aldargomlu Dimmalætting, eru spælireglurnar eftir øllum at døma broyttar avgerandi.
Mikudagin var eg uppringdur av Liljuni Weihe, blaðkvinnu á Dimmalætting, sum kom við øllum hugsandi løgnum og óbeinleiðis spurningum, sum eg hvørki fekk høvd ella hala á, hvat málið snúði seg um. Og tað havi eg framvegis ikki, hóast blaðið nú hevur prentað sína søgu!
Samrøðan er í heilum líki, beinleiðis avskrivað av bandi, prentað í Dimmalætting, og hóast eg skal standa við hvørt orð, eg har havi sagt, er júst hetta eitt gott dømi um nýggjar og skitnar tónar í mínum samskifti við blaðið. Til dømis kom tað ongantíð blaðkvinnuni til hugs, at hon kundi sagt mær, at samrøðan varð tikin upp á band.
Nógv havi eg upplivað míni 35 ár í politikki, men henda viðferð, eg fái frá Dimmalætting hesa ferð, er størsta bakbit, eg nakrantíð havi fingið. Makan til óseriøsan og ómoralskan journalistikk skalt tú leita leingi eftir, men nú vita vit so, at hann finst í livandi líki á Smyrilsvegi 13!
Mítt stóra misbrot
Í stuttum er mítt stóra misbrot, at eg eftirlíkaði einari áheitan frá bæði starvsfólkum og foreldrum, um at koma at hyggja at einum vátrúmi á frítíðarskúlanum Smílibýlinum, tí har var eitt hol komið í gólvið, sum børnini kundu fáa snuddir av, vóru tey óheppin.
At vitja stovnar og arbeiðspláss hjá býráðnum er ein náttúrligur partur av mínum gerandisdegi sum borgarstjóri – ikki minst, tá starvsfólk og enntá foreldur heita á meg. Tí fór eg sjálvandi á staðið fríggjadagin, og stig eru longu tikin til at loysa málið, tí nú verður bara bíðað eftir, at ein múrari verður tøkur, so hann fæst at gera gólvið aftur.
Sum so mong onnur valevni, hevði eg ein lítlan valfaldara við mær, sum eg gav starvsfólkunum, sum vóru til staðar. Tá nøkur av børnunum sóu hetta, vildu tey eisini hava faldarar, og tá eg bara helt hetta vera stuttligt, dugdi eg ikki at síggja nakra orsøk til at nokta teimum tað.
Einki óvanligt er við hesum faldara, sum forrestin eisini er borin í hvørt hús í Suðurstreymoy, og mín síðsti tanki var, at hetta skuldi blivið ein forsíðu- og høvuðssøga í Dimmalætting. Um eg nú noktaði at geva børnunum eitt pappír í part, hevði tað helst eisini blivið ein søga, tí hjá Dimmalætting skal opinbart alt brúkast, sum brúkast kann!
Svínskt valstríð
Leingi havi eg havt eina kenslu av, at hetta valstríðið er tað skitnasta nakrantíð, har farið verður heldur eftir manninum, enn eftir bóltinum. Og nú Dimmalætting er komin í sjálvsving, havi eg so eisini merkt hetta á egnum kroppi, og tað er ikki tespiligt!
Dimmalætting leggur á tí mesta av forsíðuni og allari triðju síðu eftir mær persónliga, og skuldsetir meg fyri at hava býtt valtilfar út til børn. Ein skuldseting, sum er so langt úti, at eg ikki havi orð fyri tí. Men tað hevur Dimmalætting opinbart, tí har verður ikki smávegis smurt uppá.
Hvørji motivini hjá landsins elsta blað eru, dugi eg ikki at hugsa mær til, men eg eri sera vónsvikin av hesi viðferð, mær er givin. Í mínari verð er eingin ivi um, at ein duld dagsskrá liggur aftanfyri, sum onkursvegna hevur til endamáls at skaða meg persónliga. Tað sær ið hvussu er ikki út til at vera serliga tilvildarliga, at Dimmalætting gera hetta til sína høvuðssøgu tveir dagar fyri løgtingsvalið…
Ikki minst harmar tað meg tó, at mín samgongufelagi í býráðnum, Hildur Eyðunsdóttir, letur seg brúka til hesa søgu í Dimmalætting. Hon hevur í øllum førum ikki hildið tað verið neyðugt at sett seg í samband við meg, um hon skuldi hildið, at eg havi gjørt nakað átaluvert. Men hon úttalar seg kortini fegin vegna býráðið!
Farvæl!
Eftir stendur, at eg so sanniliga meti meg at hava allar orsøkir til at umhugsa, um tað er vert at svara aftur eina aðru ferð, tá Dimmalætting spyr. Tá ein sovorðin null og nonsens søga spyrst burturúr, er botnurin náddur og eingin orsøk til at taka blaðið seriøst.
Sjálvt reypar blaðið sær av at vera journalistiskt óheft av politiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum og fíggjarligum áhugamálum, men mínar royndir kunnu nú ikki vera aðrar enn tær, at Dimmalætting hvørki er óheft ella álítandi, men eitt kærkomið amboð í útspilling av mær persónliga. Eg spyrji til fánýtis meg sjálvan, hvør man standa aftanfyri, tí hetta er bara so ófatiliga langt úti.
At slatur og sleyg eru partur av einum valstríði, samstundis sum valevni prika eftir hvørjum øðrum her og har, kann eg saktans liva við. Men tá landsins næststørsta blað velur at ganga undan í útspilling og skitnum journalistikki, er tað dropin, sum í øllum førum fær mítt bikar at flóta yvir.
Farvæl, Dimmalætting!