Farvæl Balotelli

Eftir 904 dagar, 30 mál, fýra reyð kort, eina málgevandi avlevering og eina rúgvu av yvirskiftum verður Mario Balotelli ikki longur at síggja í Premier League. Hann skiftir til AC Milan.

 

Italski framherjin hevur verið ein umstríddur harri síðani hann skifti frá Inter Milan til Manchester City. Tað eru tey, sum eru hamrandi troytt av honum, tey, sum meta at hann er ov týdningarmikið til at revsa, og so eru tað tey, sum bara elska Mario Balotelli.

 

Søgurnar um mannin eru nógvar, men nú tykist Manchester City og Roberto Mancini hava fingið nokk av unga framherjanum. Sambært Dailymail hevur felagið góðtikið eitt boð upp á áleið 200 milliónir krónur frá AC Milan, og partarnir samráðast nú.

 

Tølini vísa, at Manchester City vinnur fleiri dystir og skoarar fleiri mál, tá Mario Balotelli ikki er við. Liðið vinnur 73 prosent av dystinum uttan Mario Balotelli, og 59 prosent við honum á liðnum.

 

Annars kann leggjast afturat, at einsamalla málgevandi avleveringin var til Sergio Aguero, tá hann í evstu løtu vann Manchester City meistaraheitið í farna kappingarári.

 

So er spurningurin – fert tú at sakna Mario Balotelli í Premier League?