Farvæl

Til minnis um Edmund Jensen. 26.01.87-07.09.08

Tárini tey runnu,

Tá eg mín bróður fann,

Eg rópti til Guð!

Tak heldur meg, enn hann.


Eg kíni tínar kynnar,

So kaldir teir tykjast mær,

Eg kann næstan ikki fata,

Tú er farin frá mær.


Í dreyminum tú segði,

Tú mást stóla upp á meg,

Hóast tað er svárt,

Eg geri alt hettar fyri teg,


Tú var meira enn ein bróður,

Tú var alt fyri meg,

Á hvat eg ynskti at tú visti,

Hvussu nógv eg elski teg.


Eg sakni at hoyra tína rødd,

Eg sakni títt blíða bros,

Tíni friðarkendu eygu,

Og okkara seru tos.


So svárt tað er at liva,

Nú tú er farin herfrá,

Eg veit at einki verður aftur,

Sum tað var tá.


Eg má liva lívið,

Eg má finna frið,

Eg má liva við tí tanka,

Tú verður aldrin aftur við mína lið.


Farvæl mín bróður,

Og takk fyri tað tú var,

So inntil vit síggjast aftur,

Eitt síðsta “Farvæl”


Orð: Frans Jensen 21. okt. 09