Fartelefonir órógva í Løgtinginum

Løgtingsformaðurin ávarar tingfólk

Nú kann tað henda, at reglur fara at verða settar fyri, hvussu fartelefonir skulu brúkast í Løgtinginum.

 

Tað hendir seg javnan og savnan, at fartelefonir ringja mitt undir tingfundum, tí tingfólk geta tær ikki ljóðleysar.

 

Tað er heldur ikki óvanligt, at tinglimir tosa í fartelefon inni í tingsalinum mitt undir tingfundi.

 

Hóast tingformaðurin áhaldandi minnir tingfólk á at vanda sær um fartelefonirnar í Løgtinginum vísir tað seg ikki at gera mun.

 

Aftur ímorgun varð tingfundurin órógvaður av ringjandi fartelefonum.

 

Tað fekk einaferð enn løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, at minna á, at tingfólk skulu ikki órógva við fartelefonum.

 

Hann minti eisini á, at fleiri skúlar hava reglur fyri, hvussu næmingar kunnu brúka fartelefonir í skúlanum. Og talan kann verða um tað sama í Løgtinginum, staðfesti Páll á Reynatúgvu.