Fartelefonir ongin trupulleiki longur

Fyri hálvum øðrum ári síðani vóru fartelefonir ein stórur trupulleiki í skúlanum við Ósánna, men hesin trupulleiki er so gott sum ósjónligur í dag, sigur Rannvá Joensen, varaskúlastjóri í skúlanum við Ósánna.


Klaksvík: Tað byrjaði í skúlaárinum 2000/01. Fleiri og fleiri næmingar, serliga í framhaldsdeildini, høvdu fartelefon. Nýtslan var í ein stóran mun bert í fríkorterunum, men lærararnir høvdu ilt við at fáa næmingarnar at leggja telefonirnar til síðis. Tað kom ofta fyri, at tað fór ov nógv tíð og orka til at rudda fartelefonir vekk, ístaðin fyri at byrja við undirvísingini beinanvegin.
Men tað var ein annar trupulleiki, sum eisini hevði hug at stinga seg upp. Næmingarnir sótu og sms-aðu sínámillum um onnur í flokkinum. Summi bóru ótta fyri at hetta kundi fara at enda við eitt slag av happing, sum man hevur arbeitt sera nógv við at fáa út úr skúlunum. Tað er eisini sera a-sosialt, at tað sita fleiri næmingar saman, men tosa ikki, tí tey eru so upptikin av eini fartelefon.
- Eg sigi ikki, at tey ikki skulu hava fartelefon, men tað er heldur ein spurningur um rætta nýtslu. Og í skúlatíðini er so onki at nýta fartelefon til, sigur Rannvá Joensen.

SMS frítt
Ein av høvuðsorsøkunum til, at trupulleikin gjørdist so stórur, er helst, at tað kostaði onki at senda SMS boð inntil fyrst í desembur 2000. Tá næmingarnir vóru noyddir at rinda fyri nýtsluna, sást ein minking. Men fleiri næmingar í framhaldsdeildini hava arbeiði, so tey fíggja teirra nýtslu sjálvi. Hjá teimum yngru er tað aloftast foreldrini, sum gjalda.

Viðgjørdu trupulleikan
Lærararnir samdust um, at taka trupulleikan upp á einum lærararáðsfundi beinanvegin, áðrenn tað vant upp á seg. Tað bleiv gjørt eitt skriv, sum varð sent heim til foreldrini. Í hesum brævi stóð, at nýtsla av fartelefon er ikki loyvd í skúlatíðini. Bleiv hetta ikki yvirhildið, so varð telefonin tikin frá næminginum, og foreldrini biðin um at avheinta hana. Hetta varð gjørt í samstarvi við skúlanevndina. Breið semja var um, at fartelefon ikki er neyðug, í meðan børnini eru í skúla. Korttelefon er á gongini, umframt at tað kann ringjast frá og til skrivstovuna. Næmingarnir vóru ikki glaðir um hetta í fyrstuni, men tey góðtaka tað nú.

Fartelefonin komin fyri at verða
Tað vóru ikki so mong, sum høvdu telefon í byrjanini, men tað vant sera skjótt upp á seg. Í dag hava okkurt um 80 prosent av næmingunum í einum flokki telefon. Tað eru eisini yngri børn, sum hava telefon nú. Heilt niður í 2. flokk. Rannvá heldur, at fartelefonin er komin fyri at verða. Hetta er eitt tøkniligt framstig og eitt amboð, sum er sera hent at hava, men spurningurin er hvar og nær hóskar tað seg ? ikki í skúlanum.