Fleiri av teimum, sum mistu skyldfólk og kenningar í malaysiska flogfarinum, greiða frá, at fartelefonin hjá fleiri av teimum deyðu virkar enn, men at tað eru fremmand fólk, sum svara.
Beint aftan á niðurskjótingina vistu fjølmiðlar at siga frá, at uppreistrarmennnir høvdu savnað persónligar ognarlutir hjá teimum deyðu ferðafólkunum, eitt nú pass og gjaldskort. Avstralska blaðið Sidney Morning Herald veit at siga frá bjargingarfólki, at óvanliga lítið var at síggja til fartelefonir, prýðislutir og pengar á vanlukkustaðnum. Nú er eisini líkt til, at fleiri fartelefonir hvurvu.
Niðurlendska blaðið De Telegraaf skrivar, at avvarandi, sum hava ringt til fartelefonina hjá teimum farnu, eru vorðin ørkymlað, tí tey hava hoyrt eysturevropeiskar røddir í hinum endanum.