ES-nevndin hevur gjørt úrskurð um, at ferðandi nú kunnu tosa í fartelefon umborð á flogførum Ætlanin er nú, at flogfeløg skulu seta sonevndar basastøðir umborð á flogførini, og verða hesar tendraðar, tá flogfarið kemur upp í 3.000 metra hædd. Basustøðirnar hava beinleiðis samband til fylgisveinar.
Enn er neyðuga útgerðin ikki góðkend av European Aviation Safety Agency, men sambært danska EPN er hetta bert ein spurningur um tíð.
Enn er tó ikki greitt, hvat kostnaðurin fyri fartelefonnýtslu yvir skýggjunum verður. Enn hevur ES-nevndin ikki ásett nakað hægstamark, men tey heita tó á flogfeløgini, sum koma at umsita hetta, um at vísa hógv, tá prísurin verður ásettur.










