Vakthavandi sigur, at vanliga mannagongdin er soleiðis, at bilførarar, ið hava fartelefon, sjálvir ringja til løgregluna og boða frá hvar teir standa fastir. Løgreglan gevur síðani boðini víðari til antin Landsverk ella sløkkiliðið, sum síðani fara út at grava bilarnar leysar aftur.
Vakthavandi sigur, at tað tykist sum um fleiri fólk taka kjansin at koyra í ringum líkindum, nú fartelefonin er vorðin hvønnmansogn.
? Um fólk stóðu føst í kavanum fyri nøkrum árum síðani, so máttu tey bara vóna, at onkur gróv seg framá tey. Við fartelefonini hava tey nógv betri møguleikar at boða frá hvar tey eru, og at teimum tørvar hjálp, skuldi einhvør trupulleiki stungið seg upp. Síðani kunnu vit administrera tað soleiðis, at hjálpin kemur skjótast gjørligt, sigur vakthavandi









