Tá ferðsluløgreglan í gjár gjørdi grein-13 kanningar í Havn, var tað serliga fartelefonin, ið var stóri syndarin í ferðsluni. Fyri tíðina ger ferðsluløgreglan grein-13 kanningar. Í Havn eru tað tríggjar patruljur, sum koyra runt og halda eitt vakið eyga við ferðsluni.
Í gjár vórðu 18 rapportir skrivaðar. Av teimum vóru heilar 10 rapportir skrivaðar fyri bilførarar, sum tosaðu í fartelefon, meðan teir koyrdu.
Fýra førarar høvdu gloymt at spent sær beltið, áðrenn teir fóru á rull, tveir høvdu ikki koyrikortið við sær, ein gloymdi at blinka og 2 prult vórðu steðgaði uttan hjálm og eitt prutl uttan koyrikort.
Eini góð ráð til bilførarnar eru tí, gerið tykkum tann ómak at hava koyrikortið við, trygdarbeltið á og lat fartelefonina ringja í lummanum ? tað er neyvan so umráandi, at tit kunnu bíða 2 ? 4 minuttir við at taka hana.









