Alvin E. Andersen, 9.b
- Eg havi havt fartelefon í umleið eitt ár, eg fekk hana í føðingardagsgávu frá mammu og babba. Eg havi Teletíð og brúki umleið 400 krónur um mánaðin, foreldrini gjalda.
- Eg havi hana, sum oftast, við í skúla, men brúki hana bara í fríkorterinum. Eg ringi ikki so nógv, men skrivi heldur sms. Haldi annars ikki, at tað er so farligt, um ein ikki sleppur at brúka fartelefon í skúlatíðini.
Henrietta Arge Poulsen, 7.a
- Eg havi havt mína fartelefon í eitt hálvt ár, havi allatíðina havt Teletíð. Eg brúki umleið 300 krónur um mánaðin, og mamma og babba gjalda eitt sindur og eg rest.
- Eg havi hana við í skúla, men brúki hana næstan ongantíð. Eg haldi, at tað er í lagi, at tað ikki er loyvt at brúka fartelefon í skúlatíðini.
Hanna Steinberg, 5.b
- Eg fekk mína fartelefon í jólagávu frá mammu og babba. Eg havi Teletíð og brúki umleið 100 krónur um mánaðin. Eg sendi sum oftast sms, men tá eg ringi, biðji eg mammu ringja aftur.
- Eg havi hana við í skúla, men hon liggur bara í taskuni, tí eg havi ikki brúk fyri henni.
Anna Hvidbro, 9.a
- Eg fekk mína fartelefon, fyri hálvum øðrum ári síðani, frá babba. Eg havi Teletíð og brúki um 500 krónur um mánaðin, sum eg gjaldi sjálv.
- Eg haldi, vit kundu brúkt telefonina í fríkorterinum. Men hon órógvar í tímunum.
Heidi Isaksen, 10.a
- Eg keypti mína fartelefon fyri tveimum árum síðani. Eg arbeiði aftaná skúlatíð, so eg gjaldi sjálv tær 300 krónurnar, eg brúki.
- Eg haldi, tað er í lagi, at vit ikki sleppa at brúka telefonina í skúlatíðini. Eftir eina tíð, hildu vit sjálvi, at tað var troyttandi, at onnur vóru upptikin av telefonini í heilum.
Jógvan Hansen 10.b
- Fyri einum ári síðani fekk eg mína telefon frá mammu og babba. Eg plagi at landa á Kósini, so eg gjaldi sjálvur tær 300 krónurnar, sum eg brúki.
Eg havi telefonina við í skúla, men tá sendi eg bara sms. Mest til konufólk...
- Eg haldi, tað er í lagi, at vit ikki sleppa at brúka telefonina í skúlatíðini.









