Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein fartelda var stolin á einum skúla í Havn.
Tað var ein lærari, sum meldaði stuldurin. Hann hevði riggað teldur til í sambandi við landsroyndina, men brádliga varnaðist hann, at ein telda var horvin.
Hann hevði lagt ymisk forrit inn á telduna, og hann sá, at hon var í brúki, men á skúlanum var hon ikki.
Talan er um eina Dell farteldu, og hon er ikki komin aftur í aftur enn.