Ein av fyritøkunum, ið hevur sítt virksemi á Tórshavnar Havn, er Smyril Line, og eisini tey kæra sína neyð um trongu umstøðurnar. Tað er hvørki rúm fyri ferðafólkum, bilum ella farmi á økinum hjá Smyril Line á Tórshavnar Havn.
- Øll, ið hava verið á havnalagnum vita, hvussu ruðuleikakent tað er, tá Norröna kemur og fer. Vit hava alt ov lítið pláss, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Farmur, bingjur, treylarar, kampingvognar, trukkar og persónbilar standa og koyra hvør um annan, hvørja ferð Norröna leggur at og fer frá kei.
- Vit hava í longri tíð gjørt vart við, at umstøðurnar ikki nøkta okkara tørv, men av tí at plássið hjá Tórshavnar Havn er so avmarkað, hevur ikki borið til hjá okkum at fáa størri pláss, sigur Rúni V. Poulsen.
Rúni V. Poulsen vísir eisini á, at Farstøðin als ikki stendur í mát við ynskini hjá Smyril Line í dag.
- Verandi farstøð og umstøðurnar hjá okkum annars, eru als ikki tíðarhóskandi. Vit flyta 1000 ferðafólk á hvørjum túri, men á farstøðini eru einans 20 sitipláss, so umstøðurnar eru sera ringar, sigur hann.
Sambært tekningunum av fyriliggjandi úbyggjan av Tórshavnar Havn, skal Norröna framyvir nýta verandi mola. Smyril skal fáa fast pláss við verandi farstøð. Økið, har pakkhúsið hjá Skipafelagnum stendur í dag, skal síðani nýtast til av- og áskipan hjá Norrönu.
Uppskotið hjá Tjóðveldinum leggur eisini upp til, at Norrøna og onnur ferðamannaskip, skulu leggja at við verandi havnarlag.
- Vit meta heilt vist, at tað er ein fyrimunur hjá okkum at liggja nærindis miðbýnum, við tað at vit, hóast vit eisini flyta farm, eisini eru eitt ferðafólkaskip, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, at enda.
Les meiri um havnarútbyggingina í Vinnu í Sosialinum frá mánadegnum.










