Til staðar vóru umboð fyri Articon, ið hevur staðið fyri arbeiðinum, Faerport, Vága Floghavn og spf. Ráð.
Í tíðindaskrivi sigur Vága Floghavn, at arbeiði hevur gingið væl, hóast veðrið í vetur, hevur verið søguliga vánaligt. Allir partar hava arbeitt miðvíst fram ímóti at tryggja at fíggjar- og tíðarætlan kemur til at halda. Og tað er alt sum bendir á at bæði tíðar- og fíggjarætlanin heldur.
Vága Floghavn nýtti eisini høvi at takka Articon fyri eina sera greiða tilgongd til arbeiði á staðnum – eitt arbeiði sum nú merkir at eitt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu byrjar 17. juni, tá ið nýggja farstøðin verður tikin í brúk.