Seinastu dagarnar hevur mikil aktivitetur verið á Farstoðini á Eystaru Bryggju í Havn. Menn eru í ferð við at taka niður stóran part av Farstøðini ? tann partin, ið hýsti Farmaleiðum hjá Strandferðsluni. Tann parturin av høllini er 1.300 fermetrar.
Høllin verður sett upp aftur í Havnardali, har Føroya Ríðingafelag skal hava hana til ríðihøll.
Tað er fyri at fáa betur pláss til bilar, ið skulu við nýggju Norrønu, sum kemur í næsta mánaði og nýggja Smyril, ið kemur næsta ár, at Tórshavnar Havn hevur gjørt av at víðka um plássið til bilarnar.
Kortini verður valla pláss fyri øllum bilunum, ið skulu við skipunum, tí um bæði skipini liggja við bryggju í senn kann talan verða um einar 1.500 bilar ? og teir rúmast so langt frá á bryggjuni.
Virksemi hjá Strandferðsluni hevur verið í bygninginum á Eystaru Bryggju seinastu 12 árini. Tann parturin, ið er sjálv farstøðin til ferðafólk, verður standandi, og nýggja tornið til landgongdina til Norrønu verður í løtuni sett upp.
Bussarnir, ið hava hildið til vestan fyri bygningin, verða í framtíðini eystanfyri.
Nýggja Norrøna kemur á Havnina á fyrsta sinni hósdagin 10. apríl.










