Farsóttarøkið á føroyskar hendur

Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur 1. jan. 2024, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum - sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag.

Bjarni á Steig er stjóri í Fólkaheilsustýrinum

Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2 í morgin mikudagin 3. januar kl. 14.00-16.00.

 

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. januar 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

 

  • Ráðgeving og upplýsing
  • Hagtøl og skráir
  • Tilbúgving

 

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. januar 2024.

 

Bjarni á Steig er stjóri í Fólkaheilsustýrinum