Farrar av olju í Clapton boringini

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er liðugt at bora á Clapton leitimiðinum í norska partinum av Norðsjónum. Felagið eigur 40% av loyvinum.

Borað varð niður á leitimiðið á 2.619 metra dýpi. Farrar av olju vóru tó at finna í boringini, men jarðgoymslan var tynnri og góðskan ikki eins góð enn mett varð undan boringini. Upplýsningar og royndir frá boringini eru fingin til vega. Brunnurin er nú typtur og fráfarin.

Brunnurin er tann fyrsti, sum Faroe Peroleum borar sum fyristøðufelag í Noregi. Mærsk Guardian boripallurin nýttur, meðan Sæborg, sum føroyska reiðaríið Supply Service eigur, var veitaraskip. Kostnaðurin av boringini varð innanfyri kostnaðarmetingini, og onki óhapp hendi undir boringini.

Clapton leitimiðið er á loyvi PL440S, umleið 5 km eystan fyri Eldfisk framleiðslueindina og 10 km norðan fyri Valhall framleiðslueindina. Hini feløgini sum luttaka í boringini eru Dana Petroleum Norway (20%), Lundin Norway (18%), Norwegian Energy Company (12%) og Det Norske Oljeselskap (10%).

Sjálvt um úrslitið av Clapton boringini er skuffandi, so eru upplýsningarnir, sum eru fingnir góðir, og grundarlag er fyri at gera fleiri kanningar. Felagið borar í løtuni á Cooper leitimiðinum á Haltenbankanum í Norska Havinum, har felagið eigur 30%, og á North Uist leitimiðinum vestan fyri Hetland, har felagið eigur 6.25%. Hetta er ein spennandi tíð hjá Faroe Petroleum, og felagið sær fram til at kunna um gongdina á boringunum.