Amerikanska filmskvinnan Farrah Fawcett er deyð. Hon var 62 ára gomul. Fyri trimum árum síðani fekk Farrah Fawcett staðfest karbbamein, men longu árið eftir fekk hon at vita, at hon var ikki lekt kortini, og nú er hon deyð av sjúkuni.
Farra Fawcett var 62 ára gomul, nú hon doyði. Hon spældi í fleiri filmum, men er serliga kend fyri leiklutin í sjónvarpsrøðini Charlies Angels.
Eitt tíðarskeið livdi Farrah Fawcett saman við filmsleikaranum Rian O´Neal, og fingu tey ein son saman.