Farpack fingið góðkenning

Fyritøkan Farpack, ið mest framleiðir pakning til fiskivinnuna, hevur fingið ISO 9001:2000 góðkenningina. Góðkenningin skal vera við til at menna fyritøkuna, sigur Líggjas Joensen, stjóri

 

Fríggjadagin 9. mars var samkoma í hølunum hjá Farpack á Hálsi í Havn. Hetta var í sambandi við, at fyritøkan hevur fingið ISO góðkenningina.

Góðkenningin ber í sær, at Farpack hevur fingið staðfest, at fyritøkan lýkur nøkur altjóða krøv. Krøv verða sett til innkeyp, marknaðarføring, søla og flutningur av pakningi og øðrum til fiskivinnuna og annan ídna.

? Vit hava brúkt eitt ár ella meira enn tað til at fyrireika okkum til hesa góðkenningina. Tað ber í sær, at vit hava lýst nakrar mannagongdir í fyritøkuni. T.d. verður lýst, hvat hendir, tá ein kundi bíleggur vøru frá okkum, sigur Líggjas Joensen.

Hesar mannagongdir eru nú góðkendar og lúka altjóða krøv, sambært hesi nýggju góðkenningini.

? Henda góðkenningin skal fyrst og fremst nýtast til at hava eina so góða service fyri kundan sum gjørligt. Henda góðkenningin er góð fyri okkum á tann hátt, at vit mennast sum fyritøka, sigur Líggjas Joensen, ið leggur afturat, at góðkenningin kann nýtast sum eitt atgongumerki inn í oljuvinnuna, um tað kemur uppá tal.

Líggjas sigur, at Farpack saman við Thor Shipping, er fyrsta fyritøkan, sum fær hesa góðkenning ígjøgnum Det Norske Veritas.